KÍ vann í kvøld heili 5-1 á AB í 16. og seinasta umfarinum fyri summarsteðgin. Hjalgrím Elttør skoraði sítt mál nummar 100 í bestu deildini í føroyskum fótbólti.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
KÍ var omaná frá byrjan og longu í hálvleikinum var alt avgjørt. Tá var KÍ á odda 3-0 og hevði fult tamarhald á dystinum.
Einasta minusið fyri KÍ var, at liðið lat mál inn fyri fyrstu ferð síðani 1. mai, tá KÍ vann 4-1 á B68. KÍ fer nú í summarferiu sjey stig á odda.
Dystirnir í 16. umfari:
NSÍ - B36 2-0 (1-0)
HB – B68 6-1 (5-0)
Skála – ÍF 1-0 (1-0)
TB – Víkingur 0-2 (0-1)
KÍ – AB 5-1 (3-0)
Stigatalvan í Effo-deildini eftir 16 umfør:
1. KÍ 38 stig
2. Víkingur 31 stig
3. NSÍ 30 stig
4. B36 26 stig
5. HB 25 stig
6. ÍF 22 stig
7. Skála 17 stig
8. TB 14 stig
9. AB 9 stig
10. B68 7 stig