Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði longu aftaná sjey minuttir, tá ÍBV í gjár vann 3-2 á Breiðablik í íslendskari steypakapping. Jónas Tór Næs legst afturat hópinum um mánaðarskiftið.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja málið
Gøtumaðurin skifti í vetur til ÍBV frá FH, har hann hevði torført við at vinna seg á liðið. Tað tykist hinvegin greitt, at venjarin, Kristján Guðmundsson, ætlar at brúka Kaj Leo í Bartalsstovu.
- Tad kennist deiligt at fáa eina góða byrjan. Eg føli meg væl til rættis longu eftir stutta tíð. Eftir tí, sum venjarin hevur sagt við meg, so hevur hann øgiliga gott álit á mær. Tað hevur nógv at siga fyri meg í løtuni, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við in.fo.
Landsliðsspælarin byrjaði inni, tá ÍBV í eini av smærru steypakappingunum tók ímóti Breiðablik. Longu aftaná sjey minuttir sendi vinstra beinti vongurin bóltin í málið til 1-0. Tað endaði við, at ÍBV vann 3-2 og Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin.