VIDEO: Kaj Leo skoraði framúr vakurt mál í oddauppgerðini

Tað loysti seg hjá Vali at sýta Kaj Leo at sleppa til Føroya at leika landsdystir

Mynd: visir.is

Mynd: visir.is

Tað fekk rættiliga ilt í landsliðsvenjara okkara, Håkan Ericson, at Valur sýtti Kaj Leo í Bartalsstovu at sleppa til Føroya at leika venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein.

 

Sæð í tiltikna bakspegilinum var tað ein góð avgerð fyri Val, um ikki ein góð avgerð fyri Føroyar.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá dystarbyrjan, og hann skoraði eitt framúr gott mál tá Valur í oddauppgerðini móti Víkingi Reykjavík leikti javnleik 1-1. 

 

Í 57. minutti sneiddi Kaj Leo nakrar verjuspælarar av hjá Víkingi og meddaði bóltin í málið til 1-0, og stórur fagnaður hjá heimafólkunum. 

 

Tíverri fyri Kaj Leo og liðfelagarnar javnaði Nikolaj Hansen heilt móti dystarenda so dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Valur eru tó framvegis oddalið og eru framvegis ósigraðir aftaná sjey dystir.

 

Leygardagin spælir Valur móti botnliðnum, Stjørnuni á útivølli.

 

Á hesari leinkjuni ber til at síggja vakra málið hjá Kaj Leo:  

 

www.visir.is/k/38aed6d6-a07f-43d9-950c-2e39c4e7b4e7-1623137796146

 

Mynd: visir.is

Mynd: visir.is