Í gjár skipaði Tórshavnar Froskmannafelag fyri einum túrið í gjónni við Gjógv. 18 fólk fóru við felagnum at snorkla fyri at síggja vøkru náttúruna. Froskmannafelagið hevur gjørt hetta videobrotið, og Bogi Krossteig í felagnum sigur við info í dag, at gjógvin sær bara betri og betri úr fyri hvørjaferð teir vitja har.
Aftaná túrin komu fólkini á land og fingu súreplakøku, turran fisk við eplum og grind og spik, eitt tjógv av Sandi og breyð og kaffi.
Trýst á pílin fyri at síggja upptøkurnar.