Favorittarnir til at vinna okkara HM-undankappingarbólk, Kroatia halda fram við at vinna stórsigrar í bólki L.
Fríggjakvøldið vann Kroatia 7-0 (2-0) á Gibraltar í Faro í Portugal, og í kvøld vunnu teir aftur stórsigur, hesaferð 5-1 á Kekkia í Osijek. Undan dystinum í kvøld hevði Kekkia vunnið tríggjar av trimum dystum. Kroatia hevði tað mesta av spælinum, og teir høvdu eisini væl fleiri málroyndir enn Kekkia.
5. september vitjar Kroatia á Tórsvølli, og tá skal føroyska liðið avrika framúr væl fyri at fáa stig.
Kroatia-Kekkia 5-1 (1-0)
1-0 Andrej Kramaric ('42 )
1-1 Tomas Soucek ('58 )
2-1 Luka Modric, br. ('62 )
3-1 Ivan Perisic ('68 )
4-1 Ante Budimir, br. ('72 )
5-1 Andrej Kramaric ('75 )
HER ber til frá kekkisku rásini, Český Fotbal at síggja hæddarpunktini frá 5-1 sigrinum hjá Kroatia:
##med2##