Kroatia og Slovenia eru víðari til HM hálvfinalurnar í manshondbólti.
Hetta gjørdist veruleiki, tá Slovenia vann 32-30 (18-15) á Katar, og Kroatia vann 30-29 (17-15) á Spania.
Hóskvøldið klokkan 19.45 spæla Noreg og Kroatia hálvfinalu í París. Norska TV2 heldur, at Noreg hevur góðar møguleikar ímóti Kroatia.
Fríggjakvøldið klokkan 19.45 spælir vertslandið, Frakland hálvfinalu ímóti Slovenia, sum hevur havt eitt framúr HM-endaspæl higartil. Tann dysturin verður eisini í París. So verður spennandi at síggja um Noreg og Slovenia kunnu gera enn ein vørr, ella um Frakland og Kroatia draga longru stráini.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Kroatia og Spania.