Liðið hjá Ronaldo reyk út úr Champions League í Asia

Cristiano Ronaldo og liðfelagarnir í Al-Nassr taptu fjórðingsfinaluna aftaná brotssparkskapping

Mánakvøldið spældu Cristiano Ronaldo og liðfelagarnir í saudiarabiska liðnum, Al-Nassr fjórðingsfinalu í asiatisku Champions League á heimavølli. Dysturin var móti Al Ain úr Sameindu Arabisku Emirríkjunum.

 

Al Ain vann 1-0 á heimavølli, og tá Al-Nassr aftaná vanliga leiktíð var á odda 3-2 var samlaða støðan javnleikur 3-3. Tí var neyðugt við longdari leiktíð.

 

Tveir minuttir áðrenn longda leiktíðin var lokin javnaði Cristiano Ronaldo við einum brotssparki til støðuna 4-3 til Al-Nassr - 4-4 samanlagt - og so var neyðugt við brotssparkskapping.

 

Av teimum fýra brotssparksskjúttunum hjá Al-Nassr var tað bara Cristiano Ronaldo, ið megnaði at skora. Al Ain skoraði upp á trý av trimum brotsspørkum, og so var ikki neyðugt hjá teimum at skjóta fleiri aftaná liðfelagarnir hjá Cristiano Ronaldo høvdu heilkiksað.