Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf høvdu sunnudagin torføran arbeiðssetning í týsku bundesliguni.
Teir spældu dyst á útivølli móti greiða oddaliðnum, SC Magdeburg.
Tá blást var til hálvleiks var støðan javnleikur 17-17, og tá 48 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 27-27. Seinastu løtuna megnaði heimaliðið at draga frá hannovanarunum.
Hannover-Burgdorf er nummar níggju í deildini við 22 stigum. Magdeburg hevur á fremsta plássinum dupult so nógv stig, 44 stig.
HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Magdeburg og Hannover-Burgdorf:
##med2##











