VIDEO: Maccabi Haifa vann 5-1 á Dinamo Tblisi og skal møta HB

(Video) Komandi mótstøðuliðið hjá HB vann ein samlaðan 7-2 sigur á Dinamo Tblisi

Komandi mótstøðuliðið hjá HB í triðja undanumfarinum í Europa Conference League undankappingini verur Maccabi Haifa úr Ísrael.

 

Maccabi Haifa vann í kvøld stórsigur 5-1 á Dinamo Tblisi, og harvið ein samlaðan 7-2 sigur.

 

Í steðginum var Maccabi Haifa á odda 2-1, og samlað 4-2. Seinasta korterið gekk skjótt við málskjótingini hjá ísraelska liðnum. 

 

Maccabi Haifa hevur tvær ferðir í hesari øldini vunnið seg í bólkaspælið í Champions League. Tríggjar ferðir hava teir vunnið seg í bólkaspælið í Europa League og UEFA Cup.

 

HB spælir á útivølli í Haifa 5. august og heima á Tórsvølli 12. august. Tað er bert loyvt at spæla dystir í fyrsta og øðrum undanumfari í Gundadali. Tí verur spælt á Tórsvølli.

 

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Maccabi Haifa og Dinamo Tblisi: 

 

##med2##