VIDEO: Málini frá dystinum Turkaland-Luksemborg 3-3 (2-2)

(Video) Sìggj málini frá málríka javnleikinum, ið tryggjaði Turkalandi bólkasigurin í okkara Nations League bólki

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska fótbóltslandsliðið seinasta dystin í Nations League kappingini hesaferð.

 

Dysturin verður móti Turkalandi, ið longu hevur vunnið okkara bólk.

 

FM1 sendir beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18. Reportari verður Petur Asbjørn Lervig. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum. Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari. 

 

Fyrrakvøldið leikti Turkaland á heimavølli javnleik 3-3 móti Luksemborg, ið var á odda tríggjar ferðir í dystinum. Turkisku miðlarnir vóru ikki blíðir um javnleikin, men javnleikurin var nóg mikið til at tryggja Turkalandi bólkasigurin í bólki 1 í Nations League Deild C. 

 

Turkaland er greitt oddalið við 13 stigum. Luksemborg hevur átta stig, Føroyar hava fimm stig, og Litava er aftast við einum stigi. 

 

HER ber til at síggja málini frá málríka javnleikinum millum Turkaland og Luksemborg, ið enn einaferð staðfestir, at Luksemborg hevur gjørt stór framstig sum fótbóltstjóð: 

 

##med2##