Noreg helt lív í einari lítlari hálvfinaluvón við einum 35-32 (16-18) sigri á Niðurlondum í Hamburg.
Sunnukvøldið klokkan 19.30 spælir Noreg móti Danmark, og týskvøldið klokkan 19.30 spælir Noreg móti Svøríki. Norðmenn mugu vinna báðar dystirnar um teir skulu hava ein møguleika at røkka hálvfinaluni.
Støðan í millumbólki 2:
1 Danmark 3 dystir 6 stig
2 Svøríki 3 dystir 4 stig
3 Portugal 3 dystir 4 stig
4 Noreg 3 dystir 2 stig
5 Slovenia 3 dystir 2 stig
6 Niðurlond 3 dystir 0 stig
Noreg - Niðurlond 35-32 (16-18)
Noreg : Magnus Gullerud 7, Alexandre Blonz 6, Sander Sagosen 6, Petter Øverby 5, Kent Robin Tønnesen 3, Christian O'Sullivan 2, Tobias Grøndahl 1.
Niðurlond : Rutger ten Velde 8, Boddy Schagen 5, Lars Kooij 5, Niels Versteijnen 5, Dani Baijens 5, Luc Steins 3, Tim Claessens 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Noreg og Niðurlond:
##med2##