VIDEO: Noreg vann seg í hálvfinalurnar (EM)

(Video) Sìggj ein samandrátt av dystinum Noreg – Slovenia 26-23 (16-15)

Norsku hondbóltskvinnurnar hava vunnið seg í enn eina hálvfinalu í einum endaspæli.

 

Fyrr í dag vann Noreg 26-23 á vertstjóðini Slovenia í millumbólki 1 í EM-endaspælinum.

 

Í steðginum var Noreg á odda 16-15.

 

Henny Ella Reistad stórspældi fyri Noreg í dag, og skoraði 10 mál.

 

Noreg hevur fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir og er á odda í millumbólki 1. 

 

Í kvøld helt Svøríki lív í hálvfinaluvónini við at vinna 30-25 (18-15) á Ungarn.

 

Noreg – Slovenia 26-23 (16-15)

 

Noreg : Henny Ella Reistad 10, Nora Mørk 6, Stine Oftedal 4, Anniken Wollik 2, Malin Larsen 1, Kristine Breistøl 1, Vilde Ingstad 1, Maren Aardahl 1

 

Slovenia : Erin Novak 5, Natasa Ljepoja 4, Elizabeth Omoregie 3, Tamara Mavsar 3, Valentina Klemencic 3, Nina Zulic 2, Barbara Lazovic 2, Alja Varagic 1.

 

Ungarn – Svøríki 25-30 (15-18)

 

Ungarn : Katrin Klujber 6, Csenge Kuczora 5, Kinga Debreczeni 4, Greta Marton 3, Petra Vamos 2, Petra Tovizi 2, Anna Albek 2, Viktoria Lukacs 1, Dorina Korsos 1.

 

Svøríki : Jamina Roberts 9, Linn Blohm 6, Nathalie Hagman 4, Emma Lindqvist 3, Kristin Thorleifsdottir 2, Anna Lagerquist 2, Elin Hansson 1, Jenny Carlson 1, Linn Hansson 1, Nina Koppang 1.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Noreg og Slovenia:

##med2##

 

16. november:

 

Ungarn – Slovenia, klokkan 14.30.

 

Kroatia – Svøríki, klokkan 17.

 

Noreg – Danmark, klokkan 19.30.

 

Nr.Millumbólkur 1DystirStig
1Noreg48
2Danmark46
3Svøríki44
4Slovenia44
5Kroatia42
6Ungarn40