Video: NSÍ-Skála 1-1

Her er samandrátturin frá grannauppgerðini millum NSÍ og Skála

Við Løkin í Runavík endaði kommunuuppgerðin millum NSÍ og Skála 1-1. Skálamenn vóru leingi á veg ímóti ársins fyrsta sigri, eftir at Hákun Edmundsson miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði teir framum.

 

Síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Soleiðis skuldi tó ikki verða. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir, javnaði Árni Frederiksberg til 1-1 við góðum skoti. NSÍ er framvegis við í oddinum, meðan Skála liggur um niðurflytingarstrikuna.

 

Les eisini: Samanumtøka av sjeynda umfari í Effo-deildini

 

NSÍ-Skála 1-1 (0-1)

0-1: Hákun Edmunsson

1-1: Árni Frederiksberg

 

Støðan:

Víkingur 13 stig

KÍ 13 stig

Suðringar 12 stig

NSÍ 10 stig

HB 10 stig

B36 8 stig

07 Vestur 8 stig

ÍF 5 stig

Skála 5 stig

EB/Streymur 5 stig