Í kvøld tók OB ímóti AC Horsens í niðurflytingarbólki 1 í donsku superliguni. Jóan Símun Edmundsson var leikbannaður, men Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens, og fekk sær enntá eitt gult kort, tá 25 minuttir vóru farnir av dystinum.
OB vann ein sera týðandi 2-1 sigur, sum bleiv tryggjaður í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Sigurin merkir, at OB saman við Randers FC skal spæla play off dystir um at spæla eina play off finalu um at sleppa at spæla í Europa League komandi kappingarár. AC Horsens og Esbjerg skulu nú spæla um at sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina.
Hallur Hansson átti triðseinasta fótin á bóltinum, tá AC Horsens javnaði til 1-1.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum. Tað er YouTube rásin hjá AC Horsens, sum hevur lagt hæddarpunktini út.
OB – AC Horsens 2-1 (1-1)
1-0 Mathias Greve (24.)
1-1 Elfar Helgason (45.)
2-1 Jens Jakob Thomasen (90.)
Støðan í niðurflytingarbólki 1, nú bert eitt umfar er eftir:
1 | Randers FC | 5 | 2 | 2 | 1 | 32 - 33 | 41 | |
2 | OB | 5 | 3 | 1 | 1 | 32 - 37 | 38 | |
3 | AC Horsens | 5 | 1 | 1 | 3 | 32 - 52 | 33 | |
4 | Esbjerg fB | 5 | 1 | 2 | 2 | 31 - 53 | 29 |