VIDEO: OB-Brøndby 1-1 (1-0)

(Video) Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir vóru í undirtali í 80 minuttir, men megnaðu kortini javnleik

 

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin, tá lið hansara OB í dysti á heimavølli ímóti Brøndby megnaði javnleik 1-1.

 

Nigeriarin, Izunna Uzochukwu gjørdist hetja og skurkur hjá OB. Í sjeynda minutti legði hann OB á odda við einum frágera góðum langskoti. Tríggjar minuttir seinni var hann vístur av vøllinum fyri eina grova takling. Hóast 10 ímóti 11 í 80 minuttir, so megnaðu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir at knógva ein javnleik heim. Brøndby fekk útjavnandi málið tá ein tími var farin av dystinum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir OB á útivølli ímóti Silkeborg.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum OB og Silkeborg.

 

Støðan:

 

1Nordsjælland8    611   21:1219
2Hobro852113:617
3Brøndby842215:914
4Midtjylland841315:1513
5AC Horsens833210:812
6København833212:1112
7OB82427:710
8SønderjyskE823315:129
9Helsingør83059:149
10AGF82247:118
11Lyngby822412:208
12Silkeborg72148:107
13Randers81346:116
14AaB70525:95