VIDEO: Óheppin Kaj Leo brendi brotsspark

(Video) Kaj Leo í Bartalsstovu hevði gyltan møguleika at javna fyri Akranes móti Vali

Kaj Leo í Bartalsstovu var í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár so óheppin á heimavølli at brenna brotsspark hjá Akranes við støðuna 1-0 til Val.

 

Tveir minuttir seinni økti Valur til 2-0. Stutt eftir var Kaj Leo skiftur út.

 

Áðrenn brotssparkið hevði Kaj Leo sambært Morgunblaðnum tveir góðar málmøguleikar, men teir góvu tíverri ikki mál. Valur vann dystin 2-1.

 

HER  ber til at síggja tey trý málini og tað brenda brotssparkið hjá Kaj Leo. Tað skal ikki takast frá málverjanum hjá Vali, Frederik Schram, at hann bjargaði skotinum væl dygst úti við stongina.

 

Akranes 1 - 2 Valur

 

 0-1 Aron Jóhannsson ('51)

 

 0-2 Arnór Smárason ('67)

 

 1-2 Kristian Lindberg ('85)