VIDEO: "Ótrúliga væl gjørt av Klæminti"

(Video) Hoyr rósandi orðini hjá íslendsku frásøgumonnunum um frálíka málið Klæmint A. Olsen skoraði fyri Breiðablik móti KR ígjár

Ígjár taptu Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik 3-4 fyri KR. Breiðablik var á odda 3-1 í steðginum og 3-2 áðrenn farið var til tíðina dómarin hevði lagt aftrat, men teir mistu sigurin í yvirtíðini.

 

Sunnukvøldið vann Valur 4-1 á FH, og tað úrslitið merkir, at Breiðablik verður minst nummar fýra og sleppa harvið út í Evropa aftur komandi kappingarár.

 

Klæmint skoraði til 2-0 til Breiðablik. Íslendsku frásøgumennirnir hildu, at niðurtøkan av bóltinum og útplasseringin av málverjanum hjá KR vóru framúr: "Ótrúliga væl gjørt av Klæminti" brast úr frásøgumanninum.

 

Ígjár høvdu vit á in.fo hæddarpunkt uttan frásøgumann frá dystinum KR-Breiðablik 4-3 (1-3), men tað er ikki sama uppliving.

 

HER ber til at síggja og hoyra hvussu tað ljóðaði og sást í íslendskum sjónvarpi:

 

##med2##

 

Hósdagin klokkan 17.45 fara Klæmint og liðfelagarnir í Breiðablik at skriva søgu, tá teir fara at spæla fyrsta dystin í einum evropeiskum bólkaspæli á íslendskari jørð. Tað hendir tá Breiðablik á Laugardalsvøllinum í Reykjavík tekur móti ukrainska liðnum, Zorya Luhansk í bólki B í Europa Conference League bólkaspælinum. Møguleikarnir fyri at Breiðablik fær stig eru ikki sørir.