VIDEO: Petur skoraði í seinasta dystinum í hesum árinum

(Video) Petur Knudsen fekk endað árið væl fyri Lyngby við góðum máli móti HB Køge á útivølli

Petur Knudsen fekk møguleikan í álopinum frá byrjan tá lið hansara, Lyngby í dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í 2021 fekk javnleik 3-3 móti HB Køge á útivølli.

 

Petur Knudsen legði Lyngby hegnisliga á odda 1-0 í góðum samanspæli við Frederik Gytkjær tá ein lítlur hálvur tími var farin av dystinum.

 

Teir í Lyngby vóru á sigurskós langt inn í tíðina dómarin hevði lagt aftrat, men ólukkutíð eydnaðist tað HB Køge at javna til 3-3 í 95, minutti.

 

HB Køge-Lyngby 3-3 (1-1)

 

0-1, Petur Knudsen, Lyngby  // 28′

1-1, Oscar Buch, HB Køge // 40′

2-1, Joachim Rothmann, HB Køge // 48′

Gult kort, Kristian Riis, Lyngby //57′

2-2, Kristian Riis, Lyngby Boldklub // 78′

2-3, Sævar Magnusson, Lyngby  // 82′

3-3, Edigeison Gomes, HB Køge // 90+5

 

Lyngby heldur vetrarfrí á triðja plássi við 36 stigum, eitt stig aftanfyri Hvidovre og trý stig aftanfyri Helsingør. 

 

Komandi dystur í næstbestu deildini verður 27. februar tá Lyngby tekur móti Fredericia.

 

Petur Knudsen hevur skotið seks mál í 16 dystum fyri Lyngby í 2021. 

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum HB Køge og Lyngby: 

 

##med2##