VIDEO: Poul og Adrian skoraðu í heimasigri hjá Hillerød

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Hillerød-HB Køge 3-1 (3-0)

Mynd: Hillerød

Poul Kallsberg var fyri fyrstu ferð síðani skiftið til Hillerød við frá dystarbyrjan, og tað var Adrian R. Justinussen eisini, tá Hillerød á heimavølli við einum framúr góðum fyrra hálvleiki vann 3-1 á HB Køge. Í steðginum var heimaliðið á odda 3-0.

 

Longu í triðja minutti gagnnýtti Adrian eitt verjumistak og skoraði frá stuttari fjarstøðu til 1-0. 20 minuttir seinni var Poul árvakin, tá verjan hjá HB Køge sløsaði, og hann fekk høvið at skjóta sítt fyrsta mál fyri Hillerød í einum kappingardysti. Uppaftur 20 minuttir seinni økti Lucas Bøje-Larsen til 3-0. Lucas Bøje-Larsen skoraði uppá ein returbólt eftir, at málverjin hjá HB Køge hevði bjargað einari málroynd hjá Poul. 

 

Hjá Adrian var talan um fjórða málið í sjey dystum hetta kappingarárið, og hann var aftaná valdur at vera besti leikarin á vøllinum. Poul var skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki. 

 

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk HB Køge minkað um munin, men nærri komu teir ikki. 

 

Hillerød er triðfremst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 13 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Horsens sum hevur 15 stig.

 

HER  ber til frá Viasat at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hillerød-HB Køge 3-1 (3-0).

 

Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð. Tá taka Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding móti Hillerød á heimavølli. So er at vóna, at tríggir føroyingar vera við frá dystarbyrjan. 

 

##med2##

 

Mynd: Hillerød

Mynd: Hillerød