Champions League meistararnir, Paris Saint Germain hava vunnið seg í hálvfinalurnar í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.
Á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta vann PSG 2-0 á Bayern München. Tað var sera hendingarrík ta seinastu løtuna. Í 78. minutti legði Desire Doue PSG á odda. Fimm minuttir seinni fekk Willian Pacho hjá PSG reytt kort. Tá 90 minuttir vóru farnir økti Ousmane Dembele til 2-0, og samstundis fekk PSG seinna mannin útvístan. Í hesum førinum var talan um Lucas Hernandez.
Stutt undan steðginum fekk Jamal Musiala hjá Bayern ein álvarsaman skaða, og hann mátti berast av vøllinum á børu.
Paris Saint Germain-Bayern München
1-0 Desire Doue ('78 )
2-0 Ousmane Dembele ('90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Paris Saint Germain og Bayern München:
##med2##