Video: Ársins størsti málmøguleiki

Superligan: Dreymurin hjá Halli og AC Horsens um Evropa hongur í klønum tráð

AC Horsens og Hallur Hansson taptu í gjár 3-1 móti OB í fyrru uppgerðini at sleppa í ein finaludyst um eitt pláss í Europa League. Talan er um eitt Europa League endaspæl, har AC Horsens nú skal vinna greitt fyri at koma víðari.

Teir gulu úr Horsens megnaðu annars at javna, eftir at OB var komið á odda 1-0. Í seinna hálveiki gjørdi AC Horsens fyrst eit býtt brotsspark, og móti dystarenda var verjan óansin og OB kundi heldur lættliga økja til 3-1.

Stóra søgan í dystinum er málmøguleikin, sum OB-spælarin Issam Jebali fekk miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Sum sæst í samandráttinum, so er tað torførari at skjóta uppum enn í málið. Fyri AC Horsens var vegurin langur til Evropa, men nú er hann upp aftur longri.

##med2##