VIDEO: Søguliga málið hjá Jóan Símun

(Video) Síggj málini sum komu í dystinum Heidenheim-Arminia Bielefeld 1-1 (1-1)

Jóan Símun Edmundsson skoraði málið í sínum fyrsta dyst fyri Arminia Bielefeld í 2. Bundesliga í Týsklandi.

 

Heidenheim legði seg á odda í 44 minutti, men ein minutt seinni javnaði Jóan Símun fyri Arminia Bielefeld. Ein góð sending kom inn í brotsteigin hjá Heidenheim, og Jóan Símun var sum ein køttur og meddaði bóltin í netið. Hálvleiksstøðan var 1-1, og tað gjørdist eisini úrslitið av dystinum.

 

Okkum hevur eydnast at finna eina videoupptøku av málinum. Góðskan er ikki nummar eitt, men av tí, at hetta er fyrsta føroyska málið í týskum fótbólti hava vit valt at leggja hetta út á in.fo.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj bæði málini sum komu í dystinum. Tíverri manglar ljóðsfrásøgnin til brotið har ein sær málið hjá Jóan Símun.