Nú er fótbóltslagið gott í Horsens.
Aftaná seks tap og tríggjar javnleikir í teimum fyrstu níggju dystunum í donsku superliguni eydnaðist tað AC Horsens at vinna 3-1 á Vejle á heimavølli í dag.
Umframt at verða fyrsti sigurin hetta kappingarárið er eisini talan um søguligan sigur. Horsens Folkeblad veit at siga, at talan er um fyrsta sigurin hjá AC Horsens á Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Hallur Hansson fekk 78 minuttir á vøllinum áðrenn hann var skiftur út. Viljormur Davidsen sat á beinkinum hjá Vejle allan dystin.
AC Horsens er næstaftast í superliguni við seks stigum. Vejle liggur á sætta plássi við 14 stigum.
Komandi sunnudag spælir AC Horsens móti FCK í Parkini í Keypmannahavn.
AC Horsens – Vejle 3-1 (2-0)
1-0 Louka Prip (8.)
2-0 Kjartan Finnbogason (41.)
3-0 Jannik Pohl (49.)
3-1 Wahid Faghir
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og Vejle:
##med2##