Fredrikstad sum hevur Mikkjal Thomassen sum venjara, og er næstfremst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann fyrr í dag stórsigur 4-0 á Ranheim á heimavølli.
Jóannes Bjartalíð sum byrjaði inni fyri Fredrikstad legði upp til fyrsta málið, ið Aboubacar Konte skoraði tá 28 minuttir vóru farnir av dystinum. Talan var um eina hegnisliga fríspæling. Níggju minuttir seinni økti Jóannes Bjartalíð til 2-0 við einum sera væl tiknum brotssparki.
HER ber til at síggja 1-0 málið sum Jóannes Bjartalíð legði upp til.
HER ber til at síggja 2-0 málið, ið Jóannes Bjartalíð skoraði upp á brotsspark.
Brandur H. Olsen kom á vøllin fyri Fredrikstad tá 75 minuttir vóru leiktir.
Fredrikstad er næstfremst í deildini við 28 stigum fyri sjey sigrar og sjey javnleikir, og teir eru framvegis ósigraðir í deildini. Kongsvinger er fremst í deildini við 30 stigum.