Tað eydnaðist í kvøld liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel at vinna harðvunnan 28-27 sigur á Szeged á útivølli í bólki A í Champions League.
Úrslitið merkir, at Kiel endar millum tvey ovastu liðini í bólki A, og hevur sostatt vunnið seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar. Liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks skulu spæla áttandapartsfinalur.
Kiel var á odda 16-14 í steðginum. Kiel er fremst í bólki A við 20 stigum.
Elias gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Kiel við fimm málum, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum. Eric Johansson sum skoraði sigursmálið 28-27 var toppskjútti hjá Kiel við átta málum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum síggjast góð mál, góðar fríspælingar og ein brennari hjá Eliasi:
##med2##