VIDEO: Síggj málið Klæmint skoraði móti ÍBV

(Video) Síggj málini frá dystinum Breiðablik 3-1 (3-0)

Fríggjakvøldið vann Breiðablik 3-1 á ÍBV á heimavølli á Kópavogsvøllinum. 

 

Beint undan steðginum økti Klæmint til 3-0 í góðum samanspæli við Jason Daða Svanþórsson.

 

Klæmint hevur nú skotið níggju mál fyri Breiðablik í landskappingini, steypakappingini og í Champions League undankappingini. 

 

Breiðablik er næstfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 33 stigum. Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík er fremst við 38 stigum. 

 

Komandi týskvøld klokkan 20.15 er útselt á Kópavogsvøllinum. Tá tekur Breiðablik móti danska stórliðnum, FCK í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League. 

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Breiðablik-ÍBV 3-1 (3-0) :

 

##med2##