VIDEO: Síggj Meinhard skora og leggja upp til mál

(Video) Síggj sigursmálið Meinhard E. Olsen skoraði fyri Mjøndalen

Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Á Øster Hus leikvøllinum í Sandnes tók heimaliðið, Sandnes ULF móti Mjøndalen. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Mjøndalen.

 

Meinhard Egilsson Olsen, ið byrjaði inni hjá Mjøndalen skoraði sigursmálið til 3-2 í 73. minutti við einum góðum skoti frá brotsteigarmarkinum.

 

Meinhard legði eisini upp til 2-2 málið hjá Erik Brenden við einari góðari sending inn í brotsteigin hjá Sandnes.

 

HER  ber til at síggja sigursmálið hjá Meinhardi.

 

HER  ber til at síggja málið til 2-2.