Video: Sjósavn í Sørvági 

Sjúrður Skaale 

 

 

 

Sjósavnið, sum skuldi byggjast í Miðvági, verður, um alt gongst sum vónað (og væntað) bygt í Sørvági í staðin. Sí video. 

 

Eg veit, at hetta fer at verða kritiserað. 

 

Lat meg tí bara svara beinanvegin: 

 

Tað er ikki púra vist, at tað eydnast at finna ta fígging, sum vantar. Men vit fara at royna - og vónirnar eru góðar. 

 

Sjálvandi skal kommunan fíggja sín part. Men hon klárar ikki alt. Aðrir partar mugu vera við, skal ætlanin fremjast. 

 

Eydnast at finna fíggingina, verða tað eingangsupphæddir uttan nakrar bindingar. 

 

Tað verður sostatt einki, sum knýtir hvørki Sørvág ella restina av Føroyum fíggjarliga at Danmark ella at privatum grunnum. 

 

Og alt verður gjørt í tøttum samstarvi við tann rætta, føroyska, demokratiska myndugleikan á økinum: Sørvágs Kommunu. 

 

##med2##