TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj flotta lýsingarfilmin íslendski landsliðsmálverjin, Hannes Þór Halldórsson hevur gjørt fyri Coca Cola í Íslandi.
Hannes Þór Halldórsson hevur útbúgving innan filmsframleiðslu, og tað var nær við, at hann kastaði málmanshandskarnar fyri nøkrum árum síðani, men tíbetur fyri íslendska landsliðið og ikki minst fyri Hannes Þór Halldórsson sjálvan valdi hann at halda fram við fótbóltinum.
Hannes Þór Halldórsson heldur tó stásið við líka sum filmsframleiðari, og tað ber hesin lýsingarfilmurin eisini boð um.