Hóskvøldið klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta dystin í bólki 1 í deild C í Nations League.
Mótstøðuliðið verður bólkavinnarin, Slovakia sum hevur fult stigatal, 15 stig fyri fimm dystir. Føroyar hava 10 stig og enda á øðrum plássunum.
Skulu Føroyar flyta upp í deild B mugu okkara enda millum tveir teir bestu tveyararnar av seks møguligum. Tveyara-roknskapurin telur stigini frá nummar eitt og trý í bólkinum, og har hava Føroyar fýra stig, meðan Kosovo og Kýpros hava seks stig hvør.
Tí mugu Føroyar vinna á Slovakia fyri at kunna enda millum tveir teir bestu tveyararnar.
Men tað kann fara at vísa seg at gerast torført móti einum liði, ið fríggjakvøldið vann 11-0 á Gibraltar á heimavølli.
HER síggjast tey 11 málini okkara komandi mótstøðulið skoraði móti Gibraltar:
##med2##