Gunnar Vatnhamar gjørdist farna leygardag steypavinnari við Víkingi Reykjavík.
Gunnar spældi allan dystin, tá Víkingur í finaluni á tjóðarleikvølli íslendinga, Laugardalsvøllinum vann 3-1 á KA, ið hevði Jóan Símun Edmundsson á vøllinum allan dystin. Pætur J. Petersen slapp ikki á vøllin fyri KA.
Matthías Vilhjálmsson stútaði Víking framum aftaná hornaspark sjey minuttir undan steðginum. Aron Elís Þrándarson økti til 2-0 aftaná eina geniala frísparkskombinasjón.
Ívar Örn Árnason fekk spenning aftur í uppgerðina, tá hann í 82. minutti minkaði um munin til 1-2 aftaná gott upplegg frá Jóan Símuni Edmundssyni. Men bert tveir minuttir seinni svaraði Víkingur aftur við málið hjá Ari Sigurpálssyni.
Víkingur Reykjavík eru søguligir. Teir eru fyrsta liðið í Íslandi, ið vinnur steypakappingina fýra ferðir á rað.
HER ber til at hoyra og síggja samrøðu fotbolti.net gjørdi við Gunnar Vatnhamar aftaná steypafinaluna.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá steypafinaluni:
##med2##