Á Monjasa leikvøllinum tapti FC Fredericia fríggjakvøldið 1-3 fyri OB, ið eins og Fredericia flutti upp í bestu deildina farna kappingarár. Talan var um seinasta kappingardystin hjá Fredericia í 2025.
FC Fredericia-OB 1-3 (1-2)
0-1 Fiete Arp, br. (12.),
1-1 Daniel Freyr Kristjansson (16.),
1-2 Noah Ganaus (43.),
1-3 sjálvmál (63.).
Mattias H. Lamhauge fekk ikki gjørt nógv við fyrsta og annað málið hjá OB, ið vóru sett væl inn. Men við triðja málið kundu Mattias og verjuleikararnir samskift betri, og harvið undgingið at gjørt sjálvmál. Mattias var noteraður fyri fimm bjargingar, og onkur av teimum var av fremsta klassa.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, har onkur góð bjarging hjá Mattiasi eisini er at síggja.










