B68 vann undirhaldandi og málríka dystin á Svangaskarði 5-3 móti KÍ í dag.
Toftamenn løgdu út sum eitt ódnarveður, tí longu aftaná 4 minuttum var støðan 2-0 til B68.
Tað eydnaðist eisini B68 at halda stand til hálvleik.
Tað varð roknað við at KÍ fór at leggja eitt tungt trýst á B68 í seinna hálvleiki, fyri at koma við aftur í dystin. Men Toftamenn løgdu út í seinna hálvleiki, júst sum í fyrra hálvleiki. Tá 6 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 4-0 til B68.
Tað eydnaðist KÍ at pynta um úrslitið móti endanum, men eingin ivi var um, at sigurin til B68 var uppiborin.
Hetta var annar dysturin á rað hesa vikuna, har tað eydnaðist B68 at vinna við málríkum og undirhaldandi dysti.