VIDEO: Soleiðis vann Hákun Super Cup móti Eliasi

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Füchse Berlin-THW Kiel 34-33

Tað endaði við javnleiki 31-31 aftaná vanliga leiktíð, har Füchse Berlin var á odda 19-14 í steðginum. Brotskastskappingina vann Füchse Berlin 3-2, og harvið dystin samlað 34-33 í Super Cup dystinum í München.

 

Hóast Elias brendi í brotskastskappingini var talan um eitt framúrskarandi avrik hjá honum. Hann var toppskjútti hjá Kiel við sjey málum, og hann legði eisini upp til seks mál. 

 

Hákun fekk ikki so nógv at arbeiða við úti á høgra veingi, men tær báðar ferðirnar hann fekk møguleikan setti hann bóltin í netið.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Super Cup dystinum. Elias er sera eyðsýndur í samandráttinum:

 

##med2##