Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge helt málið reint, tá lið hansara, Strømsgodset á útivølli vann stórsigur 5-0 á Egersund.
Føroyavinurin, Sebastian Pingel skoraði tvey mál undan steðginum, og seinasta korterið av dystinum skoraði Herman Stengel tvær ferðir fyri Strømsgodset. Fredrik Ardraa slapp at enda málveitsluna í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Strømsgodset er fremst í deildini við 23 stigum.
Mattias hevur trupuleikar við einum skaða í økslini, og verður tí ikki við landsliðnum til dystirnar í Baltic Cup.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Egersund-Strømsgodset 0-5 (0-2):
##med2##










