Tað sæst í deyðsboðunum, sum eru kunngjørd í danska blaðnum Politiken.
Sambært fráboðanini andaðist hann 29. mai.
Peter Straarup varð føddur í Fredericia og byrjaði longu sum 17 ára gamal í Landmandsbanken, sum seinni gjørdist Danske Bank. Í 1998 varð hann settur sum ovasti stjóri í bankanum, eitt starv hann røkti fram til 2012.
Í Føroyum verður Peter Straarup eisini mintur sum ein av høvuðspersónunum í drúgva og harða stríðnum um Føroya Banka, sum stóð millum landsstýrið og donsku stjórnina í 1990’unum og fyrst í 2000’unum.
Tá Poul Nyrup Rasmussen var forsætisráðharri í Danmark, kravdu føroyskir myndugleikar endurgjald í sambandi við yvirtøkuna og søluna av Føroya Banka eftir bankakreppuna.
Peter Straarup, sum tá var ein av leiðarunum í Danske Bank og seinni gjørdist toppstjóri, vildi ikki góðtaka krøvini um, at Den Danske Bank skuldi gjalda Føroyum endurgjald í málinum.
Málið gjørdist eitt av mest umstríddu málunum í sambandi við føroysku bankakreppuna og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað endaði við semju í 1998, men kjakið um leiklutin hjá Den Danske Bank helt fram í nógv ár.
Eftir at hann fór frá sum toppstjóri í Danske Bank í 2012, hevði Peter Straarup fleiri týðandi nevndarsessir, millum annað í A.P. Møller Fonden og A.P. Møller Holding.











