VIDEO: Spania skelkaði Frakland í EM-millumbólki 1

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Spania-Frakland 36-32 (20-14)

Mynd: Ritzau Scanpix

Í EM-millumbólki 2 eydnaðist tað Spania, ið einki stig hevði undan dagsins dysti at skelka fronsku favorittarnar.

 

Spania vann 36-32 á Fraklandi í Boxen í Herning. Serliga í fyrra hálvleiki lá tað væl fyri hjá spaniumonnum, ið vóru á odda 20-14 í steðginum.

 

Ian Barrufet var við 10 málum stórskjútti hjá Spania. Toppskjútti hjá Fraklandi við sjey málum var Aymeric Minne.

 

Undan dystinum Danmark-Týskland er Týskland oddalið við seks stigum. Danmark og Frakland hava fýra stig hvør, og Portugal og Noreg hava trý stig hvør. Spania er aftast í bólkinum við tveimum stigum.

 

Skráin fyri EM-millumbólk 1:

 

Hósdagin 22. januar:

 

Týskland – Portugal 32-20

 

Spania – Noreg 34-35

 

Frakland – Danmark 29-32

 

Leygardagin 24. januar:

 

Frakland – Portugal 46-38

 

Spania – Danmark 31-36

 

Týskland – Noreg 30-28

 

Mánadagin 26. januar:

 

Portugal – Noreg 35-35

 

Spania– Frakland 36-32

 

19.30: Týskland – Danmark

 

Mikudagin 28. januar:

 

14.30: Spania – Portugal

 

17.00: Týskland – Frakland

 

19.30: Danmark – Noreg

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Spania-Frakland 36-32 (20-14):

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix