VIDEO: Sporting Lissabon-Füchse Berlin 32-28 (Samandráttur)

(Video) Síggj samandráttin hjá Eurohandball frá øðrum tapinum hjá Füchse Berlin móti Sporting Lissabon

Í millumbólki 4 í EHF European League taptu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin aftur fyri Sporting Lissabon, hesaferð á útivølli. Füchse Berlin mátti týskvøldið leggja rygg til eitt 28-32 tap. 

 

Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Hákun skoraði trý mál í dystinum.

 

Sporting Lissabon er fremst í bólkinum við átta stigum. Füchse Berlin hevur seks stig, Dinamo Bukarest hevur fýra stig, og aftast er Constanta við tveimum stigum.

 

Seinasta umfarið í millumbólki 4 verður leikt komandi týskvøld klokkan 19.45. Tá taka Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Constanta. Sama dag klokkan 17.45 byrjar dysturin millum Dinamo Bukarest og Sporting Lissabon.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Sporting Lissabon og Füchse Berlin. Hákun sæst við nummar 34 á rygginum.

 

##med2##