Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar høvdu í dag torføran dyst á heimavølli í bólki A í Champions League.
Á vitjan í OBOS Arena vøllini vann franska liðið, Metz 27-24 á Storhamar. Í steðginum var Metz á odda við einum máli, 13-12.
Pernille skoraði tvey mál upp á fýra málmøguleikar.
Storhamar er nummar fimm í bólkinum við fýra stigum. Györ og Metz eru fremst í bólkinum við 10 stigum hvør.
Mikudagin klokkan 17 spælir Storhamar dyst á útivølli móti Fredrikstad í bestu norsku deildini.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Storhamar-Metz 24-27 (12-13):
##med2##











