TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í okkara HM-undankappingarbólki millum Sveis og Portugal, sum Sveis vann 2-0. Í sama bólki vann Lettland 1-0 á Andorra í Andorra, og Føroyar og Ungarn leiktu javnleik 0-0. Evropameistararnir, Portugal eru sostatt aftast í bólkinum.
Sveis fekk tvey tøtt mál í 24. og í 30. minutti, sum Breel Embolo og Admir Mehmedi skoraðu. Úrslitið merkir, at tað er trýst á Portugal frá fyrsta dysti, tí eingin ivi er um, at fólk heima í Portugal vænta og krevja, at teirra landslið vinnur seg í HM-endaspælið í Russlandi.
Fríggjakvøldið 7. oktober tekur Portugal ímóti Andorra, og mánakvøldið vitjar Portugal Tórsvøll. Sveis spælir ímóti Ungarn, fríggjakvøldið 7. oktober, og mánakvøldið 10. oktober vitjar Sveis í Andorra.