Fyrrapartin í dag varð nýggj standmynd av Tofta-Regin avdúkað í Vági. Tað er italski myndahøggarin og listamaðurin, Gianfranco Nonne, sum hevur gjørt standmyndina.
Í videobrotinum omanfyri ber til at síggja film og myndir av, tá flotta standmyndin av Tofta-Regin varð gjørd, og tað sæst, at hatta var ein long prosses.
Gianfranco Nonne hevur búð í Vági í nógv ár og hevur umframt Tofta-Regin latið úr hondum fleiri standmyndir, bringumyndir og aðrar myndir, bæði í Føroyum og uttanlands.
Tofta-Regin livdi í Vági umleið ár 1450. Á mannamunni er Tofta-Regin helst best kendur fyri at hava runnið úr Toftum í Vági eftir húskallinum, sum var á hestbaki. Og tá komið var til Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, fekk Tofta-Regin fatur í halafaksinum á hestinum. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksið útúr og datt øvigur aftur við tí í hondini. Hesturin stoyttist eftir høvdinum út um garðin, og húskallurin rendist beint framav, greiðir Vágs Kommuna frá um Tofta-Regin.
- Og nú stendur Tofta-Regin so sum standmynd í Vági.