VIDEO: Tepra tapið hjá Føroyum fyri Slovakia

(Video) Her eru hæddarpunktini frá Nations League dystinum Føroyar-Slovakia 1-2 (0-1)

 

Ásla Johannesen skoraði føroyska málið (Savnsmynd)

Eins og í dystinum móti Moldova á útivølli var eydnan ikki føroysku fótbóltskvinnunum blíð.

 

Føroyar taptu 1-2 fyri Slovakia í seinasta dystinum í bólki 1 í Nations League C, men høvdu nóg mikið av málmøguleikum til at fáa minst javnleik.

 

Patricia Hmirova legði Slovakia á odda 1-0 úr stuttari frástøðu í ellinta minutti. Í 35 minutti fangaði Ásla Johannesen ein bólt aftaná eina hálvbjarging frá slovakiska málverjanum. Ásla megnaði hegnisliga at senda bóltin framvið málverjanum og verjuleikarunum, ið stóðu á strikuni og vardu, og upp í málhornið. Eitt sera gott mál.

 

Seint í dystinum stoyttu Birita Ryan og Sunniva Willemoes høvdini saman í slovakiska brotsteiginum aftaná eitt hornaspark. Báðar máttu skiftast út, og Sunniva Willemoes mátti við sjúkrabilinum út á skaðastovuna.

 

Tað gingu fleiri minuttir áðrenn dysturin var tikin uppaftur. Tær føroysku vóru sjálvsagt skelkaðar, og stutt eftir, at dysturin var tikin uppaftur komu tríggjar slovakiskar at standa fríar í føroyska brotsteiginum, og Ludmila Matavkova fekk beint bóltin í netið til 2-1. Sera harmiligt.

 

Men føroyska kvinnulandsliðið avrikaði væl í kvøld. Tað vóru bert teir tiltiknu marginalarnir sum manglaðu.

 

Slovakia vann bólkin við fullum stigatali, 18 stigum. Tær lótu bert eitt mál inn, og var tað í kvøld á Tórsvølli. Føroyar endaðu við 10 stigum á øðrum plássinum. Moldova vann í kvøld 4-0 á Gibraltar, og endaði á triðja plássinum við sjey stigum. Gibraltar endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Í tveyara roknskapinum gjørdust Føroyar fjórðbesti tveyarin av seks møguligum. Kravið fyri at vinna uppflyting til deild B var at enda millum tveir teir fremstu tveyararnar. 

 

Føroyar-Slovakia 1-2 (1-1)

 

0-1 Patricia Hmirova (11.)

 

1-1 Ásla Johannesen (35.)

 

1-2 Ludmila Matavkova (88.)

 

Føroyar: Óluva Joensen, Julia Naomi Mortensen, Sunniva Willemoes (86. Sólja Ernstsdóttir), Birita Ryan (86. Vár Johannesen), Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (46. Fridrikka Klementsen), Sara Samson Lamhauge (72. Eyðvør Klakstein), Sanna Svarvadal, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal (90. Rakul Sørensen).

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum frá rásini, Slovenský Futbal:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ásla Johannesen skoraði føroyska málið (Savnsmynd)