Hákun West av Teigum skrivaði søgu ígjár. Hann gjørdist fyrsti føroyingurin at spæla eina finalu í Champions League, og hann gjørdist fyrsti føroyingurin, ið skoraði í einari finalu í Champions League.
Hákun gjørdist saman við danska stórleikaranum, Mathias Gidsel deildur toppskjútti hjá Füchse Berlin, ið tapti 26-32 (12-16) fyri krútsterka liðnum, Magdeburg í finaluni. Í bundesliguni eydnaðist tað tó Füchse Berlin at vera eitt stig frammanfyri Magdeburg.
HER ber til frá rásini Siggi_Channel at síggja tey sjey málini Hákun skoraði í Lanxess høllini í Köln:
##med2##