Video: Umskapa ítróttarhallir til barnaland

– Vit gera Summar Festivalin hugnaligan og spennandi fyri børnini, sigur Rakul Ró Steintórsdóttir, ið er við at samskipa Silvaland

KÍ-høllin og Badmintonhøllin verða í løtuni umskapaðar til stórt barnaland á Summar Festivalinum.

 

Silvaland bjóðar aktivitetir, undirhald, framførslur, djór, víkingar, sang og mangt annað teir tríggjar dagarnar, sum Summar Festivalurin verður hildin.

 

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Festivalurin bjóðar konsertir á trimum pallum umframt framførslur og undirhald í Silvalandi. 

 

Rakul Ró Steintórsdóttir er við at samskipa Silvaland, og niðanfyri greiðir hon frá, hvat Silvaland er og hevur at bjóða.

 

##med2##