B36 og AB spældu í dag javnleik 1-1 í 9. umfari í Effo-deildin. Dysturin fekk ein dramatiska enda, tá AB fekk brotsspark langt inni í yviríðini.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini (Riggar ikki til app'ina)
Talan var annars ikki um nakran væl spældan dyst. Tó so, so var talan um vakurt fríspark, tá Hans Pauli Samuelsen legði B36 á odda í seinna hálvleiki.
Les eisini: Eg síggi einki brotsspark
Dómarin legði fimm minuttir afturat, og í tí tíðini fekk AB brotsspark, sum B36 spælararnir als ikki vóru nøgdir við. Jógvan Skeel Nolsøe umsetti til mál.
Les eisini: Eru prísgivnir við dómaraavgerðir
B36-AB 1-1 (0-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 56.
1-1: Jógvan Skeel Nolsøe br 90.