VIDEO: Uruguay vann stórsigur á Bolivia og Panama vann á USA

(Video) Síggj hæddarpunktini frá Copa America dystunum Uruguay-Bolivia 5-0 (2-0) og USA-Panama 1-2 (1-1)

Tveir dystir vóru leiktir í innleiðandi bólki C í Copa America kappingini í USA í nátt føroyska tíð.

 

USA tapti rættiliga óvæntað 1-2 (1-1) fyri Panama á Mercedes Benz leikvøllinum í Georgia. Timothy Weah hjá USA fekk reytt kort longu í 18. minutti.

 

Uruguay vann stórsigur 5-0 (2-0) á Bolivia á MetLife leikvøllinum í New Jersey.

 

Uruguay-Bolivia 5-0 (2-0)

1-0 Facundo Pellistri ('8 )

2-0 Darwin Nunez ('21 )

3-0 Maximiliano Araujo ('77 )

4-0 Federico Valverde ('81 )

5-0 Rodrigo Bentancur ('89 )

 

USA-Panama 1-2 (1-1)

1-0 Folarin Balogun ('22 )

1-1 Cesar Blackman ('26 )

1-2 Jose Fajardo ('82 )

 

Uruguay hevur seks stig. USA og Panama hava trý stig hvør, og Bolivia hevur einki stig.

 

Sunnukvøldið eru dystirnir í triðja og seinasta umfarinum í bólki C: USA-Uruguay og Bolivia-Panama. Dystirnir byrja klokkan tvey um náttina føroyska tíð.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 5-0 sigrinum hjá Uruguay á Bolivia:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-1 sigrinum hjá Panama á USA:

 

##med3##