Frakland væntar høga valluttøku

Valluttøkan sær til at vera tann hægsta, sum Frakland hevur sæð í 38 ár á fyrra umfari av tjóðartingsvalinum.

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron fer av valstaðnum, har hann atkvøddi í Le Touquet. - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix

Klokkan 17 høvdu 59,39 prosent av veljarunum greitt atkvøðu til tjóðartingsvalið.

Sostatt var valluttøkan - longu tríggjar tímar áðrenn valstøðini stongd - farin upp um endaligu valluttøkuna í fyrra valumfarinum í 2022.

Tað vísa tøl frá franska innanríkisráðnum, sambært Reuters.

Í fyrra umfari av valinum til tjóðartingið í juni 2022 høvdu 47,5 prosent av veljarunum atkvøtt, áðrenn valstøðini stongdu klokkan 20.

Frakland er sostatt á veg til hægstu valluttøku í fyrsta umfari av einum fronskum tjóðartingsvali síðani 1986.

/ritzau/

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron fer av valstaðnum, har hann atkvøddi í Le Touquet. - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix