Mattias Hellisdal var partur av einum ótrúligum dysti, tá lið hansara, Västerås SK á heimavølli í dysti móti IFK Göteborg vendi 0-3 til 4-4, men tapti kortini 4-5.
Tá bert níggju minuttir vóru leiktir var IFK Göteborg á odda 3-0. Men so vaknaði Västerås so dánt. Í 27. minutti minkaði Karl Gunnarsson um munin til 1-3, og tveir minuttir seinni minkaði Mikkel Ladefoged um munin til 2-3. Átta minuttir undan steðginum svaraði útiliðið tó aftur, og var støðan í steðginum 4-2 til IFK Göteborg.
Í 53. minutti minkaði Taonsa Axel um munin til 3-4, og 13 minuttir seinni var frøin stór hjá heimafjøldini, tá Taonsa Axel javnaði til 4-4. Tríggjar minuttir aftaná Mattias var skiftur út í 75. minutti megnaði útiliðið tó at skjóta sigursmálið.
HER ber til at síggja málini frá ótrúliga dystinum Västerås SK-IFK Göteborg 4-5 (2-4):
##med2##










