Video: Vakurt sigursmál hjá Brandi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Randers FC-FC Nordsjælland 2-1 (1-1) her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í donsku superliguni millum Randers FC og FC Nordsjælland, sum Randers FC vann 2-1 aftaná hálvleiksstøðuna 1-1.

 

Brandur Hendriksson Olsen skoraði í dag avgerandi málið fyri Randers FC. Føroyingurin bleiv skiftur inn í seinna hálvleiki. Stutt undan málinum hevði Brandur eina aðra góða roynd á málið hjá FC Nordsjælland. Tann royndin sæst eisini á videobrotinum.

 

 

Tað hevur ikki eydnast unga skálvíkinginum at vinna sær pláss á liðnum hjá Randers í ár, men hann hevur víst góðar taktir á eykaliðnum og á landsliðnum. Í dag fekk hann kjansin og tók av.

 

 

Miðvallarin bleiv skiftur inn við støðuni 1-1. Stutt fyri tíð fekk hann bóltin nakað til vinstru í brotsteiginum. Við góðari fyrstu nerting legði hann bóltin til rættis, og sendi hann í málið við góðum vinstrabeins sparki.

 

 

Støðan í donsku superliguni : 

 

 

1FCK15   1050     33:735
2Brøndby1585234:1229
3Randers FC1685322:1629
4Midtjylland1575331:1826
5Lyngby1573516:1424
6SønderjyskE1565420:1823
7AC Horsens1556419:2121
8AaB1654716:2319
9Nordsjælland1645723:2917
10AGF1645720:2617
11Silkeborg1637618:2916
12Viborg1533916:2412
13OB1525812:2411
14Esbjerg1625917:3611