VIDEO: Valur hevði tað tungt móti MT Melsungen

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum MT Melsungen-Valur 36-21 (17-10)

Í bólki F í EHF European League vóru Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali á útivølli ígjár fyri stórtapi 21-36 (10-17) móti oddaliðnum í týsku bundesliguni, MT Melsungen.

 

Allan skoraði trý mál upp á seks málroyndir. Verri skarst hjá Bjarna, ið skoraði tvey mál upp á 10 málroyndir.

 

Valur er aftast í bólkinum við einum stigi. Melsungen er fremst við seks stigum, Porto hevur trý stig, og Vardar 1961 hevur tvey stig.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Móti endanum sæst Allan Norðberg skora eitt gott mál frá veinginum:

 

##med2##